Manchester City endaði nummar fýra í Premier League í fjør, og sostatt er neyðugt hjá Pep Guardiola og hansara monnum at spæla tveir undandystir til Champions League fyri at tryggja sær luttøku til størstu fótbóltskappingina í Evropa.
Manchester City spældi tann fyrra av tveimum dystum ímóti Steaua Bukarest á útivølli í gjár. Lítil ivi er um, at ljósabláa felagið longu nú hevur tryggjað sær atgongd til bólkaspælið í Champions League, tí at dysturin endaði heili 5-0 til Manchester City.
Sera merkisvert var tað, at argentinski stjørnuáleyparin hjá Manchester City, Sergio Aguero, megnaði bæði at brenna tvey brotsspørk og skora trý mál í dystinum - altso eitt hattrick.
Trýst á sjónbandið ovast og síggj brendu brotsspørkini hjá Aguero og øll fimm málini hjá Manchester City.