B36 hevði risa møguleikar at avgera, og ÍF var vandamikið í fleiri hornasparksstøðum, tá ið tað endaði 1-1 í Gundadali. B36 legan iðraði seg, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Gundadali, har ÍF var á vitjan.
Iðranin komst av, at B36 í evstu løtu kendi seg ikki at hava havt marginalirnar við sær. Fyrst sendi væl upplagdi Lukasz Cieslewicz bóltin í stólpan, og so misnýtti Símun Joensen fyri púra opnum máli.
Talan var um undirhaldandi og intensa uppgerð, og ÍF hevði eisini sínar møguleikar. Ikki minst í sambandi við hornasparksstøður, tá ið Bartal Eliasen og Høgni Zachariasen vóru støðugar hóttanir.
Lukasz Cieslewicz átti uppspælið, tá ið miðvallarstríðsmaðurin Klæmint Matras átjan minuttir undan leikloki við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum skoraði til 1-0, og Høgni Zachariassen javnaði lítla løtu seinni til 1-1, tá ið hann við høvdinum stýrdi hornasparksinnleggi í málið.
B36-ÍF 1-1 (0-0)
Dómari: Rúni Gaardbo
1-0: Klæmint Matras 72.
1-1: Høgni Zachariassen 74.
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Heini í Skorini (Ingi Højsted, 84.), Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Súni Olsen (Kenneth Jacobsen, 32.) - Jákup á Borg, Lukasz Cielsewicz
Gult kort: Heini í Skorini, Jonas Flindt Rasmussen, Klæmint Matras
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Bogi Løkin, Aleksandar Jovevic (Fritleif í Lambanum, 54.), Nenad Saric - Christian Moumaife (Ari Ó. Ellingsgaard, 70.)
Gult kort: Aleksandar Jovevic, Bartal Eliasen, Fritleif í Lambanum, Karl Løkin, Jan Ó. Ellingsgaard
Liðugt
1-1
Sum 2. hálvleikur leið øktist intensiteturin og spenningurin. Málmøguleikar vóru í báðum endum, men tað eydnaðist hvørgum parti at fáa mál.
B36 var næst við, tá ið Lukasz Cieslewicz sendi bóltin í stólpan, og tá ið Símun Joensen var púra blankur í málteiginum.
ÍF var næst við eftir hornasparksinnlegg. Bæði Høgni Zachariasen og Bartal Eliasen høvdu góðar stútarar.
75 min.
1-1
Tað gongur skjótt í Gundadali, har fyrst B36 og síðani ÍF hava skorað.
B36 liðformaðurin Klæmint Matras setti hol á, eftir at álopsspælarin Lukasz Cieslewicz framdi flott einmansavrik, og síðani var tað Høgni Zachariasen hjá ÍF, sum stýrdi hornasparksinnleggi í málið aftanfyri Meinhard Joensen.
-----
70 min.
0-0
Fuglfirðingar hava verið sera grammir, og teir hava onkra ferðina, men framvegis er málleysur javnleikur.
ÍF hevur sett Ari Ó. Ellingsgaard inn fyri skadda Chris. Broytingin ber við sær, at Dánjal á Lakjuni nú er fremsti ÍF spælarin.
----
55 min.
0-0
Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur tað ikki verið so væl skipað spæl. ÍF hevur síðstu løtuna víst størri tyngd, og eftir horna og út frá sendi Chris bóltin dygst omanfyri B36 málið, og lítla løtu seinni stýrdi hann innlegg úr høgru dygst við síðuna av stólpanum.
Alaksander Jovevic er farin av vøllinum, og Fritleif í Lambanum er komin í hansara stað.
40 min.
0-0
Heimaliðið noyddist longu eftir hálvan tíma at taka Súna Olsen av vøllinum. Í hansara stað er komin Kenneth Jacobsen.
Tað hevur leikað javnt á, men seinastu løtuna hevur ÍF verið omaná, og Bogi Løkin hevur sent bóltin í tvørtræið aftanfyri Meinhard Joensen í B36 málinum.
B36-ÍF kl. 15.00
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Heini í Skorini, Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Súni Olsen (Kenneth Jacobsen, 30.) - Jákup á Borg, Lukasz Cielsewicz
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Bogi Løkin, Aleksander Jovevic, Nenad Saric - Christian Moumaife