Brendan spardi ikki spælarar

(Champions League) Venjari hjá Liverpool leggur hinvegin upp til, at spælarar blivu avsettir

Uppstilling hjá Liverpool til Champions League dystin í kvøld móti Real Madrid, sum Real vann 1-0, hevur verið snúningsunkt fyri nógvum fótbóltskjaki, eftir at tað bleiv greitt at spælarar sum Raheem Sterling, Steven Gerrard, Dejan Lovren, Jordan Henderson og Coutinho byrjaðu uttanfyri.

 

Undan dystinum ljóðaði, at talan var um at spara spælarar til Premier League dystin móti Chelsea um vikuskiftið. Høvðusmaðurin sjálvur sær tó øðrvísi upp á tingini.

 

- Eg mátti fara við kensluni í búkinum. Hon segði mær, at avrikið moti Newcastle var for vánaligt, sigur Brendan Rodgers við bretskar miðlar eftir dystin.

 

Í samrøðu  við danska TV3+ sigur venjarin hjá Liverpool, at hann metti, at hetta var besta liðið í mun til uppgávuna.

 

- Eg valdi tað liðið, sum eg helt var tað besta liðið til at vinna dystin. Vit spældi væl og vóru óhepnir ikki at fáa okkurt burtur úr dystinum, sigur Brendan Rodgers.

 

Spurdur aftur um orsøkirnar til valið av spælarum svaraði hann:

 

- Fótbóltur er snýr seg eisini um meiningar, men eg kenni mítt lið. Eg haldi spælararnir, sum komu inn, gjørdu tað væl, sigur Brendan Rodgers og vísir til spælarar sum Kolo Toure og Lucas Leiva.

 

Ein av teimum, sum einki skilur av avgerðini hjá Brendan Rodgers í kvøld er danski viðmerkjarin, Peter Kjær.

 

- Eg eri skakaður av at hoyra Brendan Rodgers í kvøld, sigur fyrrverandi málverjin við TV3+.

 

Hann heldur lítið um, at Liverpool ikki stillar við sterkastu uppstilling til ein dyst móti Real Madrid í Champions League.

 

Eisini The Times tíðindamaðurin, Tony Evans, heldur lítið um avgerðina hjá Brendan Rodgers. Hann heldur at Liverpool kundi fingið stig móti einum Real Madrid liðið, sum var á toppinum hendan dagin.