Brendan Rodgers og Celtic taptu í Gibraltar

Nýggi høvuðsvenjarin hjá Celtic og lið hansara taptu sera óvæntað ímóti Lincoln Red Imps í Champions League undankappingini

Fyrrverandi Liverpool venjarin, Brendan Rodgers og núverandi lið hansara, skotska Celtic drógu svart í tí fyrra dystinum í øðrum umfarinum í Champions League undankappingini.

 

Sera óvæntað tapti Celtic 0-1 ímóti Lincoln Red Imps úr Gibraltar, sum í fyrra undanumfarinum koppaði Flora Tallinn úr Estlandi við einum samlaðum 3-2 sigri. Celtic hevur tó møguleika at spæla seg víðari frammanfyri einum fullsettum Celtic Park leikvølli í Glasgow um eina viku. Megna Brendan Rodgers og Celtic ikki at spæla seg víðari ímóti liðnum úr Gibraltar verður talan um eina risastóra sensasjón í evropeiskum fótbólti. 

 

Lee Casciaro skoraði sigursmálið hjá Lincoln Red Imps í 48. minutti. Lincoln Red Imps er eitt hálvprofessionelt lið, sum hevur vunnið meistaraheiti á Gibraltar 14 ár á rað. Fyri tveimum árum síðani tapti Lincoln Red Imps samlað 3-6 ímóti HB, so teir hava betrað seg nógv uppá tvey ár. Seks spaniólar og tveir portugisar eru við í hópinum hjá Lincoln Red Imps, umframt, at landliðsspælarar hjá Gibraltar, so sum Lee Casciaro mannað hópin, og tað merkir, at liðið er væl sterkari enn tað var, tá HB vann á teimum fyri tveimum árum síðani.

 

FC Valetta, sum sera heppið vann seg víðari ímóti B36 uppá eitt útivallarmál, tapti í dag tepurt 1-2 ímóti Reyðu Stjørnu Beograd úr Serbia á heimavølli á Valetta. TNS úr Wales, sum vann greitt 6-2 samanlagt á B36 í fjør megnaði javnleik 0-0 ímóti kýpriotiska Apoel á heimavølli.