Brendan og Wenger: Koyrast frá ella ikki

Fótbóltspanelið: Í dag viðgerð fótbóltspanelið støðuna hjá Brendan Rodgers og Arsene Wenger

Fótbóltspanelið á Rás2 viðgerð í dag støðuna hjá venjaranum hjá Liverpool, Brendan Rodgers, og venjaranum hjá Arsenal, Arsené Wenger. Søgan hjá teimum báðum venjarunum er ymisk, men støðan er áleið tann saman. Tað sita illa í venjarastólinum í ár.

 

Fótbóltspanelið er á Rás2 í dag klokkan 16

 

Liverpool bleiv í fjør nummar tvey í Premier League, men í ár riggar einki. Teir liggja miðskeiðis í stigatalvuni og hava útspælt sín leiklut í Champions League. Keypini hava ikki sligið til og nú verða spurningar settir við evnini hjá Brendan Rodgers. Skal hann skiftast út?

 

Í Arsenal hevur Arsene Wengar verið venjari í skjótt 20 ár. Hann hevur flutt felagið lagt síðani hann miðsleiðis í 90’ unum tók við sum venjari, men seinnu árini hevur gingið ilt við at vinna nakað. Í fjør kom FA Cup í hús, men er tíðin við at renna undan Arsene Wenger, sum skal takka fyri seg meðan leikur framvegis er góður?

 

Fótbóltspanelið er mannað av Helga L. Petersen og Leivuri Frederiksen. Fótbóltspanelið er á Rás2 í dag klokkan 16.