Eitt kvøldið fór 79 ára gamli Árni Dam út í hjallin at svíða sær nakrar gæs. Hann setir hettuna á, tekur gassbrennaran í aðra hondina og eina gás í hina. Tað gongu væl at svíða.
- Eg geri sum eg eri vanur og brúki lítið gass. Eg plagi vanliga at leggja gassbrennaran frá mær við eini lítlari flammu á, tá eg skal gera eitt hvørt annað. Tað havi eg gjørt í 50 ár, og tað geri eg eisini hetta kvøldið. Komin niður á hálvan leggin, brestir og alt stendur í logum um meg, greiðir Árni Dam frá.
Sjálvur verður hann fluttur tríggjar metrar, út í tún. Har liggur vatnslangan tíbetur og rennur. Árni Dam setir slanguna á seg sjálvan, tí eldur er í klæðunum. Tá hann hevur sløkt seg sjálvan, setir hann stráluna á gassfløskuna og fær til alla lukku sløkt eldin, áðrenn fløskan sjálv fer í luftina.
Áðrenn hann veit orðið av tí, standa portørarnir hjá honum og føra hann inn í sjúkrabilin. Í fimm samfullar tímar stóð hann nakin á sjúkrastovuni, meðan sjúkrarøktarfrøðingar, portørar og læknar skiftust um at spula kroppin, uttan íhald.
- Hendurnar hevði eg niðri í hvør sínari pøs við ísakøldum vatni. Eg skalv so av kulda, at eg mundi hvølvt spannirnar. Eftir tríggjar tímar spurdu sjúkrasystrarnar, um eg orkaði meiri. Um tit orka, so orki eg eisini, svaraði eg teimum, greiðir hann frá.
Og væl hevur eydnast. Á andlitinum sæst ikki eitt arr eftir eldsbrunan. Hendurnar eru enn merktar av stóra skaðanum tær hava fingið, men har hava læknarnir eisini avgjørt, at ikki er neyðugt við nakrari skurðviðgerð fyri at bøta um tær.
Les alla søguna í Vikublaðnum, sum kom í hvørt hús fyrr í vikuni.










