Bremsurnar blokeraðu

Nøkur ferðsluóhapp vóru í kavaveðrinum í gjár - tað størsta var, tá tá ein lastbilur fór oman av Ringvegnum við Hoyvíksvegin í Havn

Lastbilurin, sum fór oman av Ringvegnum við Hoyvíksvegin í Havn um middagsleitið í gjár, gjørdist vrak, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.

Bilurin var á veg oman eftir Hoyvíksvegnum, fram við Veðurstøðini, tá bremsurnar blokeraðu í nógva kavanum. Sum vera man er bilurin tungur, og tá bremsurnar blokeraðu, fór hann sum ein sleta við nógvari ferð tvørtur um Ringvegin, gjøgnum stikið og oman av vegnum.

Av politistøðini verður sagt, at bilurin kortini ikki hevði nógva ferð, men at hon økist skjótt, tá ein so tungur bilur fer á glið.

Sum myndin sýnir var materielli skaðin stórur.

Eini trý onnur ferðsluóhapp vóru í kavaveðrinum í gjár, verður upplýst av politistøðini, har teir annars heita á fólk um at nýta varsemi í kavanum.

? Hetta er rættuligt keturveður, men tey eru kortini fá, ið nýta ketur, sigur vakthavandi við Sosialin.