Brell í Handilskjarnanum

Týsdagin 27. september læt ein nýggjur handil upp í Handilskjarnanum í Havn. Talan er um delikatessuhandilin "Brell", ið er eitt altnativ til tær vanligu kommersiellu og industriellu matvørurnar

Tað er Róaldur Jákupsson í Hoyvík, sum eigur og rekur delikatessuhandilin Brell í Handilskjarnanum í Havn. Róaldur, sum er 31 ára gamal og útbúgvin H.D. í uttanríkishandli, hevur tikið stig til hendan øðrvísi handil av áhuga og entusiasmu.

Handilin "Brell" er ein delikatessuhandil, og har fæst m.a. einkultmarks-kaffi, russiskt te, danskt konfekt, fronsk og belgisk sjokuláta og enskt súltutoy. Eisini er eitt breitt úrval av italskum olivenoljum, balsamico edikkum, pasta, pesto, tapanadir, risotto, oliven og antipasto. Víðari kann nevnast, gása-, dunnu- og aðrar patéir, turkaðir soppar, umframt útvaldar dygdargóðar køksbúnyttur so sum franskar LeCreuset grýtur og italskar Bialetti kannur og mokkakannur.

Brell hevur ikki somu vørur sum t.d. FK og Miklagarður, og er tí ikki í kapping við hesar, men hevur heldur lagt seg eftir at selja vørur frá minni framleiðarum, sum ikki eru at finna í vanligum supermarknaðum.

Handilin er komin til, tí ráki í londunum rundanum okkum gongur tann vegin, at fólkið vil hava aðrar og dygdarbetri vørur. Fólk vil hava onnur alternativ enn tær vanligu kommersiellu og industriellu matvørurnar. Mett verður, at føroyingar sjálvsagt eisini fylgja hesum ráki í ein vissan mun, vit fáa í øllum førum møguleikan fyri tí við hesum handlinum.

Handlilin vil eisini hava ein mailinglista, har áhugaði viðskiftafólk kunnu fylgja við í nýggjheitum, og eisini fáa møguleikan sjálvi at koma við hugskotum og inspiratión um hvussu vøruútboðið skal síggja út. Ætlanin er eisini, at handilin hvørja viku hevur onkra smakkiroynd liggjandi frammi, so viðskiftafólkini kunnu royna tær ymisku vørurnar.

Handilin er á niðastu hædd í Handilskjarnanum til høgru fyri rullutrappurnar og er opin mándag til fríggjadag 10-18 og leygardag 10-16.