Brell-bita skeið fyri arbeiðsleys

Heilsuskúli Føroya og ALS skipa fyri skeið, sum vendir sær til arbeiðsleys, sum ynskja at vita meir um útbúgvingarnar á Heilsuskúla Føroya.

 

Skeiðið verður skipað sum fimm temadagar, ið geva ein smakk uppá hvørji evnir, ið verða arbeidd við undir útbúgvingunum.

 

Og ein Als skeiðdag í at skriva umsókn, CV og at fara til samrøðu og um Persónsprofilar.

 

Avtala verður so gjørd um tíð til persónliga afturmelding frá kveikjara á Als, við støði í persónsprofilinum, sum luttakarar útfylla umvegis alnótina.

 

Skeiðið byrjar 30. september og verður hildið á Heilsuskúlanum í Hovi seks fylgjandi mánadagar.

 

Møguleiki er at koma aftur og fram úr Havn við Smyrli sama dag, skrivar ALS, sum sigur, at meira kann lesast “Skeið” niðast til vinstru á Als-heimasíðuni. www.als.fo