Miðlahúsið í Vágsbotni var ólavsøkudagarnar miðdepil fyri fleiri tiltøkum av ymsum slag. Árliga framsýningin við skemtimyndunum hjá Óla P var í ár í Miðlahúsinum, ein áhugaverdur filmur var vístur og fleiri tónleikatiltøk vóru í húsinum.
Ólavsøkujazzur
Sigrid Rasmussen hevði góðar og vælvitjaðar konsertir og Spælimenninir spældu eisini og breiddu hugna og lív langt út um húsaveggirnar.
Eina av stóru og minniligu løtunum hesa ólavsøkuna syrgdu Brekkubrothers fyri.
Brekkubrothers hava verið í LivingRoom studio og spælt inn nøkur løg. Hvør sær eru teir úrmælingar og teir skriva allir løg. Tvey løg í part hava teir skrivað og so er ein skemtilig innspæling av kenda Stórhvalagildinum.
Stílurin er jazzur, so sum vit kenna jazzin frá góðu gomlu jazzdøgunum frá 50unum og 60unum. Ella sum limirnir í Brekkubrothers sjálvir siga; Jazzur frá góðu gomlu døgunum, har tað er hóskandi við jakkasetti, sigar og kanska einum glasi av cognac.
Og ólavsøkugestirnir, sum stukku inn á gólvið í Miðlahúsinum ólavsøkudag, fingu eina góða uppliving. Glaðan jazz til glað fólk frá vælupplagdum tónleikarum.
Tað var í roynd og veru ein framløgukonsert - ikki útgávukonsert - ið var í Miðlahúsinum.
Tónleikurin hjá Brekkubrøðrunum er nevniliga ikki givin út á fløgu, men er tøkur á netinum púra ókeypis á síðuni www.brekkubrothers.com . Men enn er Stórhvalagildið ikki lagt á síðuna, tí øll loyvini eru ikki tøk. Lagið er upprunaliga norskt og tað var Thorbjørn Egner, sum skrivaði tað. Hesin fjøltáttaði listamaðurin, ið m.a. skrivaði, teknaði og yrkti um Dýrini í Valbakkaskógi og sum eisini eigur onkran sálm í sálmabókini. Men Stórhvalagildið verður lagt á netið, tá loyvini eru fingin í rættlag.
Orsøkin til, at ongin útgáva er sum so, er at tónleikararnir ikki meta at tað loysir seg at geva eina jazzfløgu út, tí so lítið verður selt av jazzi í Føroyum.
Men spyrt tú teir, hví tónleikurin er ókeypis á netinum, so svara teir sjálvandi skemtandi; Tað er tí vit eiga so nógvar pengar.
Uttan mun til fíggjarstøðuna, so eiga teir gávurnar at skriva og spæla jazz. Og harvið gávurnar at gleðast um tónleikin og at gleða onnur við honum.
Og tað gjørdu teir ólavsøkudag í Miðlahúsinum. Onkur meinti, at hetta var ein hin størsta og hugnaligasta tónleikaløtan í húsinum higartil.
Eitt brak av eini konsert frá Brekkubrøðrunum, ið fekk brosini fram.Limirnir í Brekkubrothers eru Hans Petur í Brekkunum, Trygvi í Brekkunum, Magnus Johannesen og Bjarki Meitil.