Brekku Brothers leggur í løtuni seinastu hond á komandi útgávu teirra, ið plátufelagið Tutl gevur út í næstum. Fløgan er tikin upp i Airplay í Århus í samband við Brekku Brothers Nordic Relation Tour 2006.
Brekku Brothers Vol I fekk sera góð ummæli, so nú er nakað at liva upp til.
Endamalið hjá Brekku Brothers er, at læra tey, ið vanliga ikki lurta at jassi at elska jass, siga Brekku brøðurnir í tíðindaskrivi. Og siga at teirra verkætlan snýr seg um, at heilavaska fólk.
Frymilin er sera einfaldur:
Fyrst skal jasstónleikurin og framførslurnar gerast stuttligar og opnar.
Trý tey fyrstu árini spælir tú einklar vakrar melodiir, sum gerast meira og meira torførir. Tá hetta er gjørt, skal alt stoytast í bollan og eltast væl og virðiliga í trý ella fimm ár, alt eftir hvussu evnini eru.
HOKUS POKUS, so hevur tú vant lurtaran til at elska jasstónleik, uttan hann veit av tí.
Tað er smart og tað riggar. Og tað besta av øllum er, at tað tekur ikki longri tíð enn at taka students og universitetsprógv, umleið 8 ár, siga Hans Petur og Trúgvi.
- Vit hava fingið nógvan jaligan respons uppá Stórhvalagildið, sum var á Vol I, og at Stórhvalagildið er jassur, tað hugsa ikki fólk als ikki um.
Brekku Brothers Vol II kemur í handlarnar kring landið 7. september og hevur undirheitið: From Boston to Tórshavn










