Brekku Brothers: Úr Boston í Miðlahúsið

Undir yvirskriftini ?From Boston to Tórshavn, Oyrabakka and Vágar? fer vælumtókti bólkurin Brekku Brothers nú undir konsertferð í Føroyum. Lagt verður út í Miðlahúsinum Hesa vikuna fer bólkurin Brekku Brothers at spæla útgávukonsertir í Føroyum.

Fyri einum mánada sídan lat bólkurin úr hondum fløguna ?BrekkuBrothers Vol II ?From Boston To Tórshavn?, og er tað í hesum sambandi, at føroyingar fáa høvið at hoyra bólkin.

Hesaferð vitjar BB Havnina, Eiði og Vágarnar.

Brekku Brothers eru (eisini) vornir heimskendir í Føroyum fyri teirra sera fyrikomandi og undirhaldandi konsertir, og eina ella tvær kaninir koma altíð upp úr hattinum tá teir stórhugna sær saman við lurtaranum.

 

Konsertskrá

7. nov kl. 21.00, Miðlahúsið

8. nov kl. 20.00, Miðvágs skúla

9. nov kl. 19.00, Felagsskúlin á Oyrabakka

 

Í Vágunum og á Oyrabakka, skipar bólkurin saman við musikkskúlunum fyri opnari venjing.

Her ber til hjá musikskúlanæmingum at seta spurningar, og hoyra bólkin fyrireika seg. 

Brekku Brothers eru í jólagávuhýri, og fólk kunnu ogna sær ?Vol II From Boston to Tórshavn? til serstakan jólaprís.