Heidi varð fødd við einum breki, sum hevur forðað henni í at gjørt nógv vanligt virksemi. Hon hevur klumpfót, og tað er eisini okkurt við rygginum hjá Heidi. – Eg sá longu sum ung, at eg kundi ikki tað sama sum hini. Eg kundi ikki renna og kundi tí heldur ikki spæla fótbólt, sum er best umtókta ítróttargreinin úti á bygd, sigur Heidi. Hon hevur klárað seg væl við brekinum. – Foreldrini hava altíð skumpa undir meg, og eg havi roynt at fingið tað besta burturúr øllum, sigur Heidi. Svimjingin var bjargingin Heidi byrjaði at svimja sum níggju ára gomul, tá ið pápin meldaði hana til. – Svimjingin hevur gjørt ótrúliga nógv fyri meg. Hon hevur hjálpt mær bæði likamliga og sálarliga. Eg føli, at eg dugi nakað, og tað gevur mær sjálvsálit. Nógv fólk, sum hava brek, hava undirlutakenslur orsakað av brekinum. Har hevur ítróttin hjálpt mær, sigur Heidi. Heidi fekk veruliga blóð uppá tonnina, tá ið hon var til sína fyrstu kapping. – Aftaná fyrstu stóru kappingin í 1997, varð eg gripin av svimjing. Eg vann ikki nakað tá, men eg fekk hugin. Eg eri eitt ordiligt kappingarmenniskja, og eg elski at fara til kappingar, sigur Heidi. Vendir sjónarhorninum Heidi hugsar av og á um, hvussu lívið hevði verið uttan brekið. Hon má nú ásanna, at tað hevði verið torført at liva uttan tað. – Brekið hevur givið mær møguleikan at svimja og vinna heiðursmerki. Brekið hevur gjørt meg treiska, og uttan tað hevði eg helst verið ein vanlig genta. Nú fái eg møguleikan at ferðast til stórar kappingar. Eg minnist heldur onga keðiliga hending frá barnaárununum, har ið eg eri vorðin happað. – Fyrr hugsaði eg meira um, hvussu lívið hevði verið uttan brekið. Men nú vendi eg sjónarhorninum á og dugi at síggja, at eg eri heppin. Eg hevði uttan iva kent meg amputeraða um brekið knappliga var burtur, sigur Heidi. Hart at svimja Heidi arbeiðir hálva tíð sum stuðul. 1. august skal hon byrja at arbeiða hálva tíð hjá Norðoya Sparikassa, sum eisini er hennara høvuðsstuðul. – Eg venji umleið níggju ferðir um vikuna, og tað er tveir til tríggir tímar hvørja ferð. Tá ið kappingarnar nærkast, venji eg 10 – 12 ferðir um vikuna. – Eg havi tí ikki tíð til at arbeiða fulla tíð. Tað hevði borið til, men so hevði tað gingið útyvir kroppin, tí at eg hevði ikki fingið hvílt. – Tað kann vera strævið at fáa tað at hanga saman fíggjarliga, tá ið eg einans arbeiði fulla tíð. Tað hevur verið mín størsta stúran, men nú Norðoya Sparikassi er mín høvuðsstuðul, nýtist mær ikki meira at hugsa um tað, og eg kann nýta mína orku til svimjing, sigur Heidi. Hon staðfestir, at tú mást ofra nógv sum svimjari, men tú fært eisini nógv. – Tað er ósosialt at svimja. Tú ert einsamallur í hylinum við tínum tonkum. Tú kanst heldur ikki gera tað, sum tú vilt, tí at tú skalt venja. Men svimjingin hevur givið mær so ótrúliga nógv eisini. Eg kennir nógvar av mínum kappingarneytum til altjóða kappingar, og tær kann eg altíð tosa við. Eg sakni tó onkuntíð ein liðfelaga. – Í svimjing hevur tú einans teg sjálvan at skylda uppá. Tú kanst ikki goyma teg í einum liði. Tú kanst kenna teg blottaðan. Tað kann vera hart, tá ið tað ikki gongur væl. Men so er tað eisini eyka stuttligt, tá ið tað gongur væl, tí at tá er alt fokus á teg, greiðir Heidi frá. Góðar og ringar tíðir Heidi vann nógvar kappingar sum heilt ung, og hon gjørdist rættiliga kend. Tað gekk sera væl hjá henni, inntil ein skaði steðgaði henni beint, tá ið hon var á toppinum. – Sum 16 ára gomul fekk eg skaða í báðum økslunum. Eg noyddist at steðga við at svimja. Hetta var beint aftaná príshandanina í Monako, tá ið eg var á tindinum. – Tá mátti eg gera av, um eg skuldi halda fram ella ikki. Tað tók langa tíð at venja meg upp aftur, men eg eri treisk og úthaldin – kanska tí at eg havi eitt brek – og eg fekk strítt meg upp aftur, sigur Heidi Tómt uttan svimjing Til spurningin um hvussu leingi, hon fer at halda á, svarar Heidi: – Inntil víðari havi eg sett nærmastu framtíðina av til svimjing. Eg fari í hvørt fall at vera seriøs fram til Beijing 2008. – Nógvir av mínum vinum eru longu farnir at útbúgva seg, og eg gangi eisini og hugsi um, nær eg skal fara. Mær dámar væl kreativt arbeiði, so tað verður helst okkurt innan design og myndir. Heidi dugir illa at ímynda sær eitt lív uttan svimjing. – Tað verður tómt uttan svimjing. Tá verði eg einans ein ”vanligur” persónur. Men tá ætli eg mær at ”liva lívið” og gera alt tað, sum eg ikki hava kunnað orsakað av svimjingini. Nýtt hársnið Í frítíðini er Heidi saman við vinum og familju. Hon býr sjálv í Havn, men hon er ofta á Eiði og vitjar foreldrini. – Eg føli ofta, at og forsømi vinirnar orsakað av svimjingini. Tí royni eg at brúki tíð saman við teimum í mínari frítíð. Mær dámar eisini væl at fara norður til Eiðis at vitja foreldrini. Eg flutti til Havnar fyri fýra árum síðani, men mær dámar enn væl at fara til Eiðis, tá ið køliskápið er tómt, sigur Heidi við einum smíli. – Tað var nokkso ringt í fyrstani at búgva einsamøll. Knappliga skuldi eg vaska klæðir og keypa vesipappír og uppvaskievni. Hetta ver ein sjálvfylgja heima og Eiði, sigur Heidi flennandi. Nógv hava lagt merki til, at Heidi hevur skift hársnið. Onnur síðan er tætt trimmað, meðan hon hevur langt hár út yvir. – Eg var hármodell, og mær dámdi væl hársniðið. Eg vildi eisini royna okkurt annað. Eg havi fingið nógvar viðmerkingar um tað. ”Tú hevði so pent hár áðrenn”, siga nógv við meg. Pápi segði, at nú hevði hann fingið ein drong afturat, sigur Heidi og flennir. – Svimjararnir uttanlands halda, at eg havi eitt veddimál, og at eg verði revsað fyri eina ringa tíð, við at hárið verður trimmað av. Møguliga eg fari at trimmað alt av í nærmastu framtíð. Tað er nú eg skal royna alt, sigur Heidi, sum heilt vist ikki er bangin fyri, hvat onnur halda. - Nú ber eisini til at seta uppí hárið, so um eg knappliga vil hava langt hár aftur, kann tað gerast uppá stutta tíð, sigur ein fyrikomandi Heidi Andreasen at enda. ---- FAKTA Navn: Heidi Andreasen Fødd: 18. desember 1985 Ættað av Eiði Arbeiðir sum stuðul Hevur studentsprógv -------- Heidi um politikk - Eg fái ikki tíð til at fylgja við. Men eg havi áhuga fyri politikki. Tað er ein spurningur um raðfesting … um trúgv - Trúgv hevur altið fylt nógv í mínum lívi, og tað fer hon altíð at gera. Eg eri uppvaksin í brøðrasamkomuni. Trúgv er ein nattúrligur partur av lívinum, og eg sendi eisini eina bøn til Gud, áðrenn eg skal svimja … um EB/Streym - Tað er kul, at teir klára seg so væl. Eg eri errin av teimum. Eg royni at fylgja við og royni at hyggja. Serliga nú, tá ið teir klára seg so væl … um móta - Eg havi áhuga fyri móta. Móti er nakað, sum ein sjálvur skal skapa og ikki umvent. Mær dámar væl, tá ið ymiskir stílar verða blandaðir, og teir fáa eitt persónligt eyðkenni