Brekað hava rætt at velja

Ráðið fyri brekað ger vart við, at fólk við breki hava sama rætt sum øll onnur at fara á kunna fara á val.

Í løgtingslógini um val til løgtingið verður millum annað sagt, at um persónur møtir til val og sigur frá, at hann ikki er førur fyri einsamallur at greiða atkvøðu á fyriskrivaðan hátt, kann hann fáa hjálp til hetta. Valstýrið á staðnum skal tilnevna tveir persónar, sum hava til uppgávu at hjálpa í teimum førunum.

Blind ella sjónveik kunnu sjálv velja ein persón at hjálpa sær.

Fólk, sum vegna likamsbrek ikki sleppa inn í valhølið, kunnu krevja at kunna velja beint uttan fyri valhølið.

Ráðið fyri brekað hevur sent øllum kommunum skriv, sum vísir á hesar reglur, og á reglurnar, sum siga, at atkoman skal vera í lagi.