Brek við girkassanum helst orsøkin

Eitt brek í girkassanum var helst orsøkin til tyrluvanlukkuna í bretska partinum av Norðsjónum tann 1. apríl. Vanlukkan kostaði 16 mannalív Tað sigur Richard Taylor hjá bretska stovninum Civil Aviation Agency við fjølmiðlarnar.

-Vit hava ikki ta endaligu niðurstøðuna enn, men vit vita, at brekið var í girkassanum, sigur hann. Tí hava myndugleikarnir givið

boð um, at allar tyrlur av hesum slagnum skulu kannast.

Í Noregi vilja fakfeløgini hjá fólki í frálandavinnuni hava fund við myndugleikarnar og oljufeløgini um trygdina hjá tyrlunum.

Meiri enn 20.000 oljuarbeiðsmenn í Norðsjónum verða fluttir við tyrlu til og frá arbeiði, skrivar Stavanger Aftenblad.