Brek var á Vágsverkinum

Tað var eitt brek á Vágsverkinum, sum var orsøkin til, at streymurin fór í Suðuroynni stutt fyri middag í dag.

Tað var eitt brek á Vágsverkinum, sum var orsøkin til, at streymurin fór í Suðuroynni stutt fyri middag í dag.

 

Í fyrstani søgdu tey á SEV seg ikki hava funnið út av, hvør orsøkin til streymslitið var, men nú seinnapartin upplýsir el-felagið, at talan var um brek á Vágsverkinum.

 

- Fólk ringdu úr flestu bygdum í Suðuroynni og spurdu um streymslitið, og vit halda, at streymurin fór um tað mesta av oynni. Men, eftir umleið einum tíma fingu fólk streymin aftur, siga tey á SEV.

 

Mánamorgunin fór streymurin eisini í miðstaðarøkinum í Havn, og tá var streymurin eisini burtur í umleið ein tíma.