Hetta er øgiliga darvandi fyri Suðuroyar Sjúkrahús, at brek er á internetinum til Suðuroyar. Tað sigur Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Alvorligt brek er á internetinum til Suðuroyar og avleiðingin av tí er, at internetið virkar rættiliga illa - og í ávísum millumbilum er tað heilt burtur.
Internetið er eitt av týdningarmikið arbeiðsamboð á sjúkrahúsinum, tí tað verður nógv brúkt í sambandi við kanningar, og viðgerðir.
Pauli Henryson sigur, at tey fáa so dánt klára seg ígjøgnum dagin, men alt tekur nógv longri tíð enn tað eigur at gera og tískil verður arbeiðið rættiliga óeffektivt.
Serliga trupult tað, tí nógv av arbeiðnum á netinum, krevur rættiliga rættiliga gott samband og tí fáa tey øgiliga illa arbeitt.
Hann sigur, at allir upplýsingar um sjúklingar eru á internetinum og Suðuroyar Sjúkrahús hevur nógv samskifti við Landssjúkrahúsið og tað er eisini ígjøgnum internetið.
Og eitt, sum er rættiliga illa darvað av støðuni, er arbeiðið á rannsóknarstovuni, tí allar royndir, sum verða tiknar, verða greinaðar á internetinum.
Pauli Henryson sigur, at støðan hevur eisini fingið tey til at umhugsa at avmarkað arbeiðið á rannsóknarstovuni til internetið er komið í rættlag aftur.
Hann leggur kortini dent á, at sjúklingar, sum hava bráðneyðugan tørv á viðger, fáa ta viðger teir krevja.
– Hugsa vit okkum ein sjúkling, sum hevur tørv á bráðneyðugari viðger, hevur tað alstóran týdning at sleppa fram at journalini fyri at kenna sjúkrasøguna hjá viðkomandi og fyri at fáa greiði á, hvønn heilivág, sjúklingurin tekur.
Men í slíkum føri mugu vit ringja á Landssjúkrahúsið at biðja um upplýsingarnar, tí tað tekur so leingi at fáa teir á internetinum, sigur Pauli Henryson.










