Brek á kaðali til Suðuroyar

Brek er komið á tað eina av fjarskiftissambondunum, sum er til Suðuroyar. Talan er um sambandið millum Hvalba og Miðvág.

Brek er komið á tað eina av fjarskiftissambondunum, sum er til Suðuroyar. Talan er um sambandið millum Hvalba og Miðvág.

 

Av Føroya Tele siga tey, at enn er ikki staðfest, hvat er hent, men væntast kann, at ringa veðrið, sum hevur verið seinastu dagarnar, kann verða orsøk til brekið.

 

– Tvey kaðalsambond eru, sum knýta Suðuroy og Sandoy til miðstaðarøkið. Í løtuni koyrir øll ferðslan á sambandinum millum Gomlurætt og Skopun og fer víðari til sambandið millum Skálavík og Víkarbyrgi. Dygdin á sambandinum skuldi tískil verið óbroytt, sigur Føroya Tele.

 

Í fjør var vaktar- og bjargingarskipið Brimil brúkt at gera umvælingar á sjókaðal, og ætlanin er at brúka somu mannagongdir aftur, tá ið líkindi vera at gera umvælingina.