Breivik við víðgongdari høgraheilsan

Tá Anders Behring Breivik kom inn í rættarsalin í Oslo í dag, lyfti hann hendurnar, sum vóru í hondjørnum og helt teimum uppi, til løgreglumenninir fingu hann at seta seg. Aftan á váttaði verji hansara, Geir Lippestad, at hendan sermerkta heilsanin var ein høgrasinnaður boðskapur.

Breivik var í rættinum í dag, tí varðhaldsfongslingin skuldi leingjast, og hetta var fyrstu ferð, at fjølmiðlarnir fingu loyvi til at taka myndir og at senda ljóð úr rættarhølinum. Men myndafólkini fingu boð um at gevast, tá rættarfundurin bleiv settur, og útvarp og sjónvarp fingu samstundis boð um at gevast við at senda úr hølinum.

Aftaná las Anders Behring Breivik úr einum pappíri, sum hann hevði við sær inn í rættin. Hann segði millum annað, at álopið á stjórnarbygningin í Oslo var ætlað svíkjarum, sum virka fyri at oyðileggja tað norska fólkið.

-Tað er tað sama sum etnisk útreinskan, segði hann.

Breivik segði, at hann er ovasti fyri Tempulriddarunum í Noregi, og at hann og hini í teirri norsku mótstøðurørsluni fara ikki at sita hendur í favn og hyggja at, meðan tað norska fólkið verður oyðilagt.

-Vit fara at berjast ímóti svíkjarunum í Arbeiðaraflokkinum, segði hann. Hann legði afturat, at hann kann ikki játta seg sekan í tí, sum hann er ákærdur fyri.

-Eg gjørdi tað í sjálvverju fyri mítt fólk, mentan og mítt land, segði hann.

Sjálvt rættarmálið ímóti Anders Behring Breivik byrjar tann 16. apríl.