Anders Behring Breivik avdúkaði undir avhoyringini í dag, at AUF-ráðstevnan á Utøya var ikki tað fyrsta málið, sum hann ætlaði sær at leypa á. Heldur var tað ein ráðstevnu, har 670 tíðindafólk luttóku, og sum tíðindamannafelagsskapurin Skup skipaði fyri. Ráðstevnan var á einum hotelli í apríl í fjør.
-Eg helt ráðstevnuna vera eitt lógligt álopsmál og arbeiddi við at fyrireika meg til tað. Men tíverri megnaði eg ikki at fullføra ætlanina, segði Breivik uttan at siga, hví hann ikki setti álopið í verk. Hann greiddi frá, at seinni fekk hann hugskotið at leypa á AUF-ráðstevnuna á Utøya, og at hann tók ta endaligu avgerðina í juni.
Í sínari verjurøðu í morgun legði Anders Behring Breivik eftir teimum norsku fjølmiðlunum. Hann segði, at teir hava dult ávirkanina, sum innflytarar og teirra ymisku mentanir hava á samfelagið.










