Legendariska Marit Breivik, ið hevur vunnið tað, sum vinnast kann, við norska kvinnulandsliðnum, boðar nú frá, at hon steðgar sum landsliðsvenjari. Norska TV2 veit at siga, at tað verður núverandi hjálparvenjarin, Thorir Heigeirsson, sum tekur yvir sum landsliðsvenjari. Marit Breivik, sum hevur vunnið í alt 13 heiðursmerki við landsliðnum seinastu 15 árini, vil ikki sjálv gera viðmerkingar til tíðindini.