Breivik spurdur um ungdómsárini

Í Oslo helt rættarmálið ímóti Anders Behring Breivik fram nú klokkan átta, og ákæruvaldið fer í dag at halda fram við at avhoyra tann ákørda.

Í dag fer ákærin serliga at spyrja Breivik um ymisk viðurskifti í sambandi við hansara unglingaár. Hinvegin fer ákærin ikki at gera so nógv burtur úr barnaárunum, tí Breivik hevur sagt, at tað vil hann ikki tosa um.

Í gjár varð Breivik millum annað spurdur um felagsskapin Knight Templar, sum hann hevur umrøtt fleiri ferðir, og sum hann hevur sagt seg umboða, men sum sambært ákæruvaldinum als ikki er til.