Rættarmálið ímóti norska drápsmanninum Anders Behring Breivik byrjar ætlandi beint aftan á páskir næsta ár. Tað sigur ein deildarleiðari í rættarumsitingini við blaðið VG. Hann sigur, at tað ber ikki til at áseta tann fyrsta rættardagin enn, men at viðgerðin ætlandi skal byrja mánadagin tann 10. apríl.
Væntandi verður Anders Behring Breivik ákærdur fyri at hava dripið 77 fólk. Átta við einari bilbumbu í miðbýnum í Oslo og hini 69 skjeyt hann á oynni Utøya, har ungir sosialdemokratar hildu summarlegu.