Anders Behring Breivik rópti av gleði, meðan hann skjeyt fólk á oynni Utøya tann 22. juli í fjør. Tað segði eitt av vitnunum í rættarhølinum í Oslo í dag.
Tonje Brenna segði í síni vitnisfrágreiðing, at Breivik var sjónliga sigursælur og rópti av gleði, meðan hann skjeyt fólk á Utøya. Sjálv fjaldi hon seg í einari sprungu í klettinum.
-Eg eri púra vís í, at eg hoyrdi sigursróp, segði hon.
Anders Behring Breivik risti við høvdinum, tá Tonje Brenna vitnaði. Hann hevur fyrr avsannað, at hann brosaði ella flenti, meðan hann skjeyt.