Breivik mist telduna

Fríggjanáttina kom fongsulsdómurin hjá Anders Behring Breivik formliga í gildi, og ein avleiðing av tí er, at hann nú hevur mist atgongd til telduna, sum hann hevur havt inni í klivanum, meðan hann hevur sitið varðhaldsfongslaður.

Longu í teirri fyrstu avhoyringini kravdi Breivik at fáa eina teldu inn í klivan, og hetta bleiv gjørt eftir avtalu við løgregluna. Hann hevði tó ikki atgongd til internetið. Men nú fongsulsdómurin er komin í gildi, er Breivik ikki hjá løgregluni longur, og tess vegna er avtalan um telduna heldur ikki galdandi longur, skrivar norska Dagbladet.

Sambært blaðnum var Breivik argur um, at hann misti telduna, og áðrenn hann lat hana frá sær, prentaði hann alt tað, sum hann hevur skrivað á hana, síðani hann varð settur í varðhald seinasta summar. Ein av verjum hansara, Tord Jordet, sigur við Dagbladet, at Breivik heldur tað vera avtalubrot, at hann noyddist at lata telduna frá sær.