Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik er ikki nøgdur við umstøðurnar í Ila-fongslinum, og hann hevur tí skrivað fongsulsmyndugleikunum bræv, har hann kærir sína neyð.
Í brævinum, sum er heilar 27 síður langt, fýlist Breivik millum annað á, at kaffið, sum hann fær, er kalt, at ov lítið smør er á breyðinum, og at hann sleppur ikki at brúka rakiskúm. Hann kærir seg eisini um, at hann hevur einki útsýni, og hann heldur, at hetta var vera eitt tað ringasta tilhaldið í øllum Noregi. Millum annað sigur hann tað vera so kalt í klivanum, at hann noyðist at ganga í nógvum klæðum fyri at halda hitanum.
Breivik er avbyrgdur í fongslinum, og klivi hansara er býttur sundur í eitt sovirúm, eitt lesirúm og eitt venjingarhøli. Hvørt rúmið er átta fermetrar.