Breivik metir seg sum offur

Anders Behring Breivik segði í rættinum í Oslo fyrrapartin, at hann metir seg sjálvan sum eitt offur eftir bumbuálopið á stjórnarhúsini í Oslo og hópdrápið á Utøya seinasta summar.

-Fólk siga, at tey hava mist familju, vinir og tann, sum stóð teimum næst. Men tann 22. juli misti eg eisini mína familju og allar mínar vinir, segði Breivik. Tann einasti munurin er sambært honum, at tað var hansara egna avgerð, sum gjørdi hann til offur.

-Men eg misti eisini øll, og tí kann eg gera mær eina mynd av, hvussu tey hava tað, segði hann. Tá ákærin Inga Bejer Engh spurdi Breivik, um rætturin eigur at hava samkenslu við honum, svaraði Breivik, at tað skuldi rætturin ikki.

-Nei, als ikki, Hatta var bara ein upplýsing, segði hann.

Undir avhoyringini fyrrapartin segði Anders Behring Breivik, at hann var vitandi um, at hann hevði skotið eitt fólk, sum einki hevði við ungmannafelagið hjá Arbeiðaraflokkinum at gera.

-Eg eri sera harmur um hetta og biði tey avvarandi hjá hesum um umbering, segði hann. Ákærin spurdi, um hann hevði somu umbering til hini avvarandi.

-Nei, tað havi eg ikki, svaraði Breivik.