Tað mesta av tí, sum myndugleikarnir hava funnið fram til í Breivik málinum, verður stemplað sum loyniskjøl.
Tað ganga mong ár, innan alt kemur alment fram um hópmorðini hjá Anders Behring Breivik á 77 persónar í Oslo og á Utoya.
Meginparturin av tí, sum sonevnda 22. juli-kanningarnevndin er komin fram til, um hvussu norsku myndugleikarnir handfóru málið, verður loynistemplað.
Tilfarið verður ikki alment fyrr enn um 60 ár.
Tilfarið verður latið Riksarkivet í Oslo.










