Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik legði ymsar treytir við, áðrenn hann vildi lata løgregluna avhoyra seg teir fyrstu dagarnar eftir illgerðirnar í Oslo og á Utøya.
Eitt nú kravdi hann, at hansara manifest bleiv útskrivað, og eitt annað krav var, at deyðarevsing skuldi setast í gildi í Noregi. Eitt triðja krav hansara var, at løgreglan skuldi fáa loyvi til at brúka sokallaða vatnpíning, tá hon avhoyrdi fólk.
Myndugleikarnir gjørdu eftir tí fyrsta kravinum, og tað meiri enn 1500 síður stóra manifestið bleiv prentað út úr telduni. Verjin hjá Breivik, Geir Lippestad, sigur við Aftenposten, at hann dugir ikki rættiliga at siga, hví Breivik vildi hava manifestið á pappír.









