Hóast rætturin hevði sett ein hálvan tíma av til, at Anders Behring Breivik skuldi fáa høvið til at lýsa, hví hann gjørdi tað, sum hann gjørdi seinasta summar, gav hann sær góðar stundir og brúkti meiri enn tvær ferðir ta ásettu tíðina.
Verjurøðan var, sum væntað, eitt álop á muslimar,men fjølmiðlafólk og politikarar fingu eisini toyggið frá Breivik. Hann segði, at Evropa er ikki demokratiskt og hevur ikki verið tað síðani árini millum teir báðar heimsbardagarnar, og at síðani 1968-uppreisturin hava tey vinstrasinnaðu stýrt tíðindaflutninginum og skúlaverkinum og gera tað enn. Hann legði harðliga eftir norska Arbeiðaraflokkinum og samanbar ungmannafelagið hjá flokkinum, AUF, við Hitler-Jugend.
Breivik ávaraði um, at við verandi gongd verða norðmenn minniluti í egnum landi um ikki so langa tíð. Hesum eiga teir veruligu norðmenninir at berjast ímóti, segði hann, og tí var hansara tiltak tann 22. juli í fjør ein roynd at verja tað norska samfelagið, segði hann og legði afturat, at hann hevði gjørt tað umaftur. At enda tók hann uppaftur, at hann metir seg ikki hava gjørt nakað revsivert, og at hann tí ikki skal revsast.









