Áðrenn rættarmálið ímóti norska hópsdrápsmanninum Anders Behring Breivik byrjaði í summar, segði hann, at hann vildi ikki hava nakra vitjan í fongslinum. Orsøkina segði hann vera, at vitjanir fóru at órógva arbeiði hansara at kunngera sín boðskap.
Men nú bendir okkurt á, at hann hevur broytt hugsan. Í hvussu er skrivar norska blaðið VG, at Breivik hevur havt vitjan av mammu síni.
Sambært blaðnum er hetta helst fyrstu ferð, at nakar hevur vitjað Breivik, síðani hann varð tikin tann 22. juli í fjør. .
Sakførarin Ragnhild Torgersen, sum umboðar mammu Breivik, vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini hjá VG, og tað vil verjin hjá Breivik, Tord Jordet, heldur ikki. Leiðslan í fongslinum vil heldur ikki siga nakað um tað