Tað segði Erna Solberg, forsætisráðharri, í einari samrøðu við NTB fyrr í morgun.
- Noreg er ikki vikna av terrorálopinum hja Anders Behring Breivik í Oslo og á Utøya fyri júst trimum árum síðani. Tvørturímóti, sigur Erna Solberg.
- Eg haldi, at hópálopið hevur byrgt ein sterkari ryggjageisla móti rasismu og stereotypum. Tað kennist kanska ikki so, tí á sosialu miðlunum síggjast framvegis mong av hesum páhaldum, men eg haldi, at almenna verjan móti hesum er sterkari nú, enn undan 22. juli. Tey flestu taka frástøðu frá rasistiskum og islamofobiskum holdningum, sigur Erna Solberg.
Hetta er fyrstu ferð, at Erna Solberg heldur minningarløtu 22. juli sum forsætisráðharri. Hinvegin er tað seinastu ferð, at hátíðarhaldið fer fram á Utøya, meðan summarlegan hjá Arbejderpartiet á oynni framvegis sær út, sum tá Breivik fór í land á oynni og avrættaði verjuleysu ungdómarnar.
Í alt 77 fólk vorðu dripin av bumbuni hjá Breivik móti stjórnarbygningunum í Oslo og eftirfylgjandi hópdrápunum á Utøya. 57 av ofrunum vóru yngri enn 20 ár.