Norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, noktaði seg í morgun sekan í drápi, bæði í Oslo og á Utøya.
Hann játtaði handlingarnar, men ikki revsibrot. Hann segði, at hann drap í sjálvverju.
Eftir at ákærurnar vóru upplisnar, kortlegði Svein Holden, ríkisákæri, lívið hjá Breivik seinastu tíggju árini.
Anders Behring Breivik stovnaði eina røð av feløgum, sum stutt eftir fóru á heysin. Tað var millum annað gjøgnum nøkur av hesum feløgum, at hann útvegaði sær vápn og aðra útgerð.
Eitt tíðarskeið var hann limur í Fremskritspartiet, men meldaði seg úr flokkinum aftur, tí hann var ov lítið víðgongdur.
Tað var ikki fyrr enn summarið 2011 at ætlanirnar um yvirgang veruliga tóku dik á seg. Tað var hetta árið, at hann bílegði hópin av kunsttøðum, sum hann síðani gjørdi bumbuna burtur úr, sum sprongdi ein stóran part av stjórnarbygningunum í Oslo.
Eftir at hava sprongt bumbuna í Oslo, koyrdi Breivik upp til Utøya, har hann fór við ferjuni, »Torbjørn« teir 600 metrarnar út á oynna. Beinanvegin, sum hann var komin í land, fót hann undir at skjóta frá hond.
Lammað løgregla
Tað hevur verið fýlst á, at løgreglan bar so seint at við at koma út á oynna. Fyri tað fyrsta koyrdi løgreglan langan umveg sum gjørdi, at í staðin fyri teir 600 metrarnar, sum ferjan siglir, skuldu teir sigla 1500 metrar.
Men tá tungt lastaða løgreglan var komin í gummibátin, førdi hann ikki manningina. Ikki fyrr enn tá varð farið til Utvika, har ferjan siglir frá. Tilsamans verður mett, at løgreglan í minsta lagi var hálvan tíma ov sein út á Utøya, og tí kundi munandi lív verið bjargað.
Ikki fyrr enn fleiri mánaðir seinni viðgekk løgreglan, at hon púrasta varð tikin á bóli, og ikki var fyrireikað upp á so álvarsligan ágang.
Átta persónar mistu lívið av spreingingini í Oslo, meðan Anders Behring Breivik skjeyt ikki færri enn 69 á Utøya. Meginparturin var ungdómar millum 14 og 19 ár.
Sum nevnt byrjaði rættarmálið móti hópdrápsmanninum, Anders Behring Breivik, í morgun, og roknað verður við, at rættarsakin fer at vara í 10 vikur.