Síðani hann bleiv tikin tann 22. juli, hevur norski hópsdrápsmaðurin Anders Behring Breivik verið avbyrgdur í fongslinum, og í dag avgjørdi rætturin í Oslo, at hann skal sita avbyrgdur í fýra vikur afturat. Hesa tíðina fær hann heldur onga vitjan, og hann fær heldur einki bræv tær fýra vikurnar.
Samstundis gjørdi rætturin av at taka málið uppaftur um fýra vikur, tí er løgreglan ikki liðug við sínar kanningar tá, kann avbyrgingin leingjast.
Rættarfundurin var fyri afturlatnum hurðum, men aftaná segði verjin hjá Anders Behring Breivik, Geir Lippestad, at Breivik hevði lisið ein tekst upp í rættinum.
-Hann vildi sleppa at koma við nøkrum viðmerkingum, men tað var ikki nøkur røða, segði verjin.










