Breivik fingið skrivimaskinu

Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik hevur nú fingið eina elektriska skivimaskinu inn í klivan í Ila-fongslinum.

Leiðslan í fongslinum sigur, at Breivik fekk skrivimaskinuna í gjár, men leiðslan leggur dent á, at avgerðin at geva honum skrivimaskinuna hevur ikki samband við eitt bræv, sum Breivik hevur skrivað fongsulsmyndugleikunum. Í brævinum kærir hann seg um ymisk viðurskifti í Ila-fongslinum, eitt nú at har er ov kalt, og at hann fær ikki nóg mikið av smøri upp á breyðið.

Meðan rættarmálið ímóti Anders Behring Breivik var, hevði hann atgongd til eina farteldu, sum var skrúvað føst í borðið í klivanum, men tá dómurin fall, misti hann telduna.