Drápsmaðurin Anders Behring Breivik hevur sjálvur fingið fleiri drápshóttanir. Tað hevur hann sagt teimum seinastu sálarfrøðingunum, sum hava kannað sálarstøðu hansara.
-Eg havi fingið tvær hóttanir, og eg veit um í hvussu er tíggju fólk, sum fegin vilja beina fyri mær, segði Breivik við sálarfrøðingarnar sambært Dagbladet. Aðrar keldur vátta tíðindini fyri blaðnum. Tað gera verjarnir eisini.
-Hóttanirnar eru komnar við postinum, og vit ganga út frá, at fongslið hevur tamarhald á málunum, og at tey møguliga verða latin løgregluni, sigur Tord Jordet, sum er ein av verjunum hjá Breivik.
Trygdartiltøkini verða era strong, tá rættarmálið ímóti tí 33 ára gamla Anders Behring Breivik verður, og sjálvur skal Breivik sita aftan fyri ein skottryggan glasvegg inni í rættarhølinum.










