Breivik avhoyrast um Utøya-hópdrápið

Um eina løtu verður rætturin í Oslo settur, og ákærin fer at halda fram at avhoyra Anders Behring Breivik. Í gjár bleiv hann avhoyrdur um bumbuspreingingina uttan fyri stjórnarhúsini í Oslo, og í dag skal hann avhoyrast um tað, sum hendi á Utøya.

Bumbuspreingingin í Oslo kravdi átta mannalív, og Breivik segði í gjár, at tað var nógv minni, enn hann hevði ætlað. Eitt nú var ætlanin, at bnuban skuldi drepa alla stjórnina.

Tíðindafólk, sum vóru í rættinum í gjár, hava greitt frá, at tað var óhugnaligt at hoyra Breivik siga sína hugsan um tað, sum hendi í Oslo, og tey siga, at tað verður uttan iva uppaftur verri, tá hann í dag fer at greiða frá tí, sum hann gjørdi á Utøya. Har drap Breivik 69 fólk, men hann hevur sagt, at ætlanin var at drepa fleiri hundrað.

-Málið var at drepa øll. Annaðhvørt við at skjóta tey ella við at lata tey drukna, tí eg væntaði, at nógv fóru at royna at flýggja, og at tey so fóru at drukna, tí tað er torført at svimja, tá ein er deyðaræddur, segði Breivik í rættinum í gjár. Hann greiddi eisini frá, at hann ætlaði at hálshøggja fyrrverandi forsætisráðharran Gro Harlem Brundtland, men hon var farin av oynni, áðrenn hann kom hagar.