Breivik aftur á Utøya

Hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, var í gjár aftur á Utøya, har hann drap ikki færri enn 69 fólk, tey flestu tannáringar.

Í átta tímar gekk hann rnt á lítlu oynni við reipi um kroppin og greiddi løgregluni frá, hvussu hann myrdi 69 fólk.

VG slapp, sum einasti norski miðil, at vera við, tó ikki úti á sjálvari oynni. Oyggin hevur verið afturlatin, síðani ræðuligu hendingina 22. juli.

Sambært verjanum, Geir Lippestad, minnist Breivik væl hvørt einasta morð. Av trygdarávum hevði hann reip um kroppin og var bæði í hondjørnum og fótleinkjum.

Vápnað løgregla fylgdi honum, meðan ein tyrla sveimaði omanfyri fyri at tryggja, at eingin goymdi seg á oynni, sum ætlaði at taka lívið av mest hataða manninum í Noregi nakrantíð.

Hetta var fyrstu ferð, at Breivik var úti úr fongslinum, síðani hann varð tikin eftir illgerðina á Utøya fyri trimum vikum síðani.