Fiskirannsóknarstovan skipaði fyri tann 6. juli fyri ráðstevnuni »Fiskiskapurin komandi árini« og mong vóru á einum máli um, at ráðstevnan eydnaðist væl. Meðan tað stóð greitt, at ráðstevnan birti upp undir vónir um eina nýggja menning av samstarvi millum Fiskirannsóknarstovuna og vinnuna, samstundis sum fiskifrøðingar vórðu hartaðir fyri sínar veiku síður, so kom ymiskt annað eisini fram, sum vit ikki náddu at fáa við í okkara frásøgn aftan á stevnuna.
Millum annað tók Bjørn Kalsø fiskimálaráðharri upp í Útvarpinum aftan á ráðstevnuna, at tann vánaliga ráðgevingin føroyingar hava fingið frá ICES kann hava samband við, at vit ikki hava gjørt okkara fyritreytir nóg greiðar.
Eitt annað av hjartamálunum hjá fiskimálaráðharranum varð undir orðaskiftinum í Útvarpshøllini tikið upp av Ingeborg Vinter, formanni í Føroya Arbeiðarafelag, nevniliga spurningurin um, hvussu umsetilig fiskiloyvini eiga at vera. Ingeborg Vinter eftirlýsti eina størri virðing fyri fiskiloyvunum og meinti, uttan at mæla til at gjald verður lagt á tey, at reiðarí, ið fáa tillutað fiskiloyvi, eiga ikki uttan víðari at kunna selja hesi.
Undir orðaskiftinum hevði eisini Olaf Olsen, fyrrverandi stjóri á Beta og ein av stovnarunum av Vónini, orðið fleiri ferðir. Sum ein av teimum, ið hava gingið á odda innan menning av trolveiði í Føroyum, verður Olaf Olsen av mongum mettur at hava eitt sera stórt innlit í fiskivinnu. Hetta gav at bíta aftan á at Kristin Rasmussen hevði sagt, at veiðiorkan hjá skipunum hækkar við fleiri prosentum um árið; tá svaraði Olaf Olsen, at um so var, hevði tørvur ikki verið á mongum skipum í flotanum aftan á øll tey ár, sum eru liðin við somu skipum í rakstri.
Tá ið Jákup Reinert eftir-lýsti hagtøl frá fiskivinnuni, vísti Olaf Olsen á, at Beta, reiðaríið hjá Cuba-trolarunum, hevur fleiri túsund brævorðnarar og í rúgvuvís av digitalum data við upplýsingum frá áratíggjum av áhaldandi fiskiskapi við somu skipum, ið hava roynt á somu fiskileiðum eftir somu fiskasløgum.
Hjalti í Jákupstovu kom tá upp í leikin og segði, at víst er saknur á hagtølum frá fiskivinnuni, um vit síggja burtur frá Cuba-trolarunum.
Línumenn tóku eisini orðið fleiri ferðir og fíltust á, at Fiskidaganevndin á hesum sinni hevur mælt til at skera niður í fiskidøgunum hjá teirra skipabólki, nakað sum Kjartan Hoydal gav teimum viðhald í; hann meinti nevniliga, at býtið millum skipabólkarnar eig-ur at verða endurskoðað, og at hetta ikki eigur at koma í bland við býtið av fiskidøgum.
Eitt annað sum línumenn eftirlýstu var størri áhugi og meira hjálp frá fiskifrøðingum í at fáa til vega meira vitan um viðurskifti, so sum streymur og atferð hjá fiski.
Ein vinnulívsmaður helt aftan á stevnuna, at føroyskir fiskifrøðingar gera stór framstig, og at vit kanska áttu at givið teimum størri status.
Hvør veit. Okkara egnu fiskifrøðingar eru kanska meira kunnigir enn nógvir av teirra starvsbrøðrum innan ICES, segði hann.