Fjølmiðlarnir liva væl og leingi av deyðanum, deyðanum hjá øðrum, ikki blaðdeyðanum. Altíð er onkur vanlukka ella onkur beistagerð at minnast aftur á og hátíðarhalda.
Tíggjunda hvørt ár verður nógv gjørt burturúr. Men tá hundrað ár eru farin, verður fest í tað heilt grova fýrverkið og alt jólaskreytið verður slongt upp um allar geilar, teigar og antennur.
Nú vóru so hundrað ár síðani flótandi, í nakrar dagar, stættarsamfelagið Titanic rendi á og sakk. Meðan djassliðið spældi lívsjáttandi tónar, sum frystu úti á ovasta dekki. “I am sailing” var ikki uppfunnið tá, tey fingu ikki dupultan deyðadóm.
Og smokingsklæddir menn drukku whisky við ísi í og reypaðu og taldu pengar og spældu kort, fyrst “Bridge over trouple water”, men so Svartaper til korthúsið rapaði og skolaði burtur saman við bjargingarvestunum.
Sjómansvísan “Leið meg enn eina ferð út á dekkið” var heldur ikki til tá, so hana sungu teir ikki í amerikanskari týðing.
Sniðgevingin hóskaði ikki til pingvinbúnan, so bjargingarvesturin slapp at liggja. Brúk var heldur ikki fyri honum. Arrogansa hevur altíð, og hevði eisini tá fyri hundrað árum síðani, ein stíl, sum ikki varð brotin. Heldur ikki, tá deyðin stakk inn á dúrkið.
Nógvar aðrar vanlukkur á sjónum kravdu nógv fleiri mannalív enn handan, men eingin milliardingur doyði har. So tær eru ikki so gott infotainment sum Titanic.
Ella annar heimsbardagi. Tori ikki at hugsa um 2039 ella 2045. Men ta miðlaveitsluna verði eg ikki boðin til, tí tá eri eg deyður. Og tað fer eingin at hátíðarhalda ella at minnast.
Nú fingu miðlarnir tíbetur høvi at gera Titanic burtur av sær, áðrenn ein annar darling hjá teimum, ein sera avgjørdur og ágrýtin norðmaður, skal framat.
Tíggju ferðir um dagin í tíggju vikur fara vit nú at hoyra um Breivik. Í staðin fyri, at hann bara gjørdist nummar 70 har á Utøya. So var sloppið, ikki hjá honum, men øllum øðrum.
Effektivitetur eyðkennir ikki rættarsamfelagið og fólkaræðið. Ikki sami effektivitetur sum tann hjá teimum, sum spæla við tey og bjóða teimum av.
Sum tað ljóðar so smikursøtt: øll hava rætt til eina rættvísa viðferð.
Men fólkið, fjøldin, elskar undirhald. Drep eina rúgvu av fólki, og tú fært títt egna realitysjóv í heimsins sjónvarpi. Øll spæla við.
Eingin minnist tey, sum bjarga mannalívum. Líkteljingin ræður.
Og so aftur í 2021, 2031 og so framvegis og so framvegis. Og í 2111 kemur so tað heilt stóra brakið.
Segði annars nakar nineeleven?
Heimatíðindi: álmanakkin er gjørdur í einari aðrari tíð enn okkara. Einari med alla farnari tíð. Hann er tí als ikki tíðarhóskandi longur og krevur broytingar.
Jólaaftan eigur at vera 24.oktober. So kann jólasølan byrja í juli. Summarmáli, sum nú er á hávetri, skal flytast til 14.juli. Tá er vandin fyri frosti og kava minstur.
Páskirnar eiga at vara í tvær vikur í staðin fyri hálva aðru, tí tá hátíðarhalda vit, at ein doyði.
Flaggdagurin verður altíð sunnudag og eisini allir hinir frídagarnir, sum liggja og slongjast aftur og fram í vikuni. Allir sunnudag fyri at sleppa undan yvirtíð.
1.mai verður strikaður sum arbeiðaradagur, tí hann hava øll gloymt og stættarstríðið er tapt.
Kvinnudagurin verður strikaður, tí hann er brot á javnstøðulógina. Ella skal hann eita fólkadagurin.
Og í Føroyum fær Dýri biðidagur navnabroyting til Dýrasti biðidagur.
Líkteljingin heldur fram hvønn álmanakkadag. Infotainment.









