Nú verða tvey vegastrekki ímillum Skipanes og Skálabotn, breiðkað.
Fáa staðni í landinum koyra so nógvir bilar, sum har, og nú skulu 4,5 milliónir brúkast upp á at breiðka tvey strekki á teininum.
Talan er um 1500 metrar og Articon hevði lægsta tilboðið av teimum trimum, sum bjóðaðu seg fram, og arbeiðið skal vera liðugt í summar.
Tað er ikki við í prísunum at asfaltera vegin lidnan og at gera bilaverju framvið einum parti av strekkinum, men tað verður gjørt, tá ið peningur er til taks til endamálið.
Á Kortinum frá kortal.fo vísa tann bláa og reyða strikan, strekkini, sum skulu breiðkast í hesum umfari.