Breiðka og betra landsveg í Hvalba

- Ljósføringin við landsvegin er ov vánalig, og tí verða nýggj gøtuljós eisini sett upp á vegastrekkinum, sigur Trúgvi Gudmundarson.

Arbeiðið at breiðka landsvegin úr Tanganum og yvir í Bakkhús í Hvalba er nú byrjað. Tað er entreprenørfelagið E-Grevstur í Hvalba, sum ger arbeiðið fyri Landsverk.

 

Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sigur, at ein hálv miljón krónur eru settar av til hetta arbeiðið í ár, og hann vónar, at peningur eisini verður settur av fyri 2016.

 

- Neyðugt er bæði at gera bakkaverju Yviri við Neyst og breiðka landsvegin, og sambært verkætlanini hjá Landsverki verður eisini ein strikaður gonguteigur gjørdur í ovara borði á vegnum.

 

Borgarstjórin vísir á, at ljósføringin við landsvegin er ov vánalig, og tí kemur Landsverk eisini at seta nýggj gøtuljós upp á vegastrekkinum.

 

Hetta er líka sum høvuðsæðrin inn og út úr bygdini, og tað er avgerandi fyri Hvalbiar kommunu, at meira peningur kann játtast til hesa verkætlan, soleiðis at hon kann fullførast.

 

- Tí hava vit lagt eina nýggja "bilett" inn til meira pening til vegin úr Tanganum og yvir í Bakkhús, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri.