Breiddin vantar

Rógvi Weihe ásannar, at gongdin hjá KÍF ikki hevur verið nøktandi fyrstu umførini

Hondbóltur

 

Heldur ikki sunnudagin fekk KÍF stig við sær av hallargólvinum. Eftir dystin móti Kyndli hittu vit Rógva Weihe, men hann hevði ikki nakra einfalda frágreiðing til gongdina, sum hevur verið.

- Tað eru helst fleiri lutir, sum spæla inn. Men tað er kanska fyrst og fremst breiddin, sum vantar hjá okkum. Eisini hóast fleiri av yngru spælarunum fáa møguleikan í dag. Tað vísir seg, at vit alla tíðina renna eitt fet aftan fyri Kyndil, og so verður tað sera tungt.

Og uppskriftin upp á eina vend er kanska bert hart arbeiði?

- Sjálvandi skulu vit arbeiða nógv. Hinvegin vita vit eisini, at ein spælari sum Gert Hansen skjótt er tøkur aftur. Og tað kann gera heilt góðan mun hjá okkum. Eg rokni við, at vit hava eitt nógv sterkari lið, tá hann aftur er tøkur.