Breiddin er størri

– Hetta var fyri okkum ein sera týdningarmikil sigur, tí nú fingu vit víst, at vit veruliga megna at hanga í Mjølnir. Tað hevur verið tungt í vetur, men vit hava trúnna á, at tað fer at bera til, sigur spælandi venjarin hjá SÍ, Ragnar í Haraldsstovu, sum var ovurfegin eftir sigurin leygardagin.
– Vit høvdu sæð fram til henda dystin, og alla vikuna høvdu vit vant miðvíst. Tá er tað gott at síggja, at tingini eydnast. Viljin hevur nógv at siga í slíkum dystum, og hann høvdu vit.
Ragnar heldur, at størsti munurin á liðunum er breiddin, og at har eru teir í SÍ nógv betur fyri enn Mjølnir.
– Teir koma vestur við átta monnum, og tá verður tað ikki tað sama sum hjá okkum, ið hava fullan bonk. Vit kundu skifta út og seta gott fólk inn, so tí haldi eg, at breiddin hevur nógv at siga fyri okkum, umframt at vit eisini hava broytt uppstillingina eitt sindur, sigur SÍ-venjarin.
– Nú hevur tað eisini gingið væl í síðstuni. Sigurin í Mjølnir-kappingini og so hesin sigurin hava nógv at siga fyri okkum. Hjá okkum ræður bara um at halda fast við góðu gongdina, so kunnu vit røkka langt.