Breiðaru herðarnir bera byrðarnar

Talvan er gjørd av TAKS. Hon er fyri ári 2012, tí endaligu tølini fyri 2013 eru ikki tøk fyrr enn í november.

Talvan er gjørd av TAKS. Hon er fyri ári 2012, tí endaligu tølini fyri 2013 eru ikki tøk fyrr enn í november.
 

Her sæst tal av skattgjaldarum í hvørjum inntøkubólki, hvussu nógv prosent av skattgjaldarunum tey eru og hvussu nógv tey rinda í landsskatti. Eisini hvussu nógvan prosentpart tey rinda av samlaða landsskattinum.
 

Leggur tú tøl saman, sært tú at:
 

1% av skattgjaldarunum, tey hægst løntu, rinda 10% av samlaða landsskattinum.
10%      -                  -                            -                  , rinda 37% av samlaða landsskattinum,
30%      -                  -                            -                  , rinda 74% av samlaða landsskattinum,
50%      -                  -                            -                  , rinda 95% av samlaða landsskattinum,
 

Hetta svarar til, at helvtin av skattgjaldarum rinda 95% av landsskattinum, meðan hin helvtin bert rindar 5%.
 

250.000 kann roknast sum markið millum at arbeiða fulla tíð og niðursetta tíð. Ein arbeiðsmaður við 40 tíma viku forvinnnur umleið 250.000.
 

Í 2011 vóru 14.878 føroyingar, sum forvunnu meir enn 250.000. Í 2012 var hetta talið vaksið heilt upp í 15.867 føroyingar, sum forvunnu yvir 250.000. Ein vøkstur upp á uml.  1000 løntakarar. Vøksturin er ikki bara beint omanfyri 250.000 kr, tí har eru uml. 151 fleir í 2012 í mun til 2011. Tað vísir seg at allir inntøkubólkar omanfyri 250.000 eru vaksnir, eisini teir allar hægstu.
 

Hesi tøl vísa, at tað eru teir breiðaru herðarnar, sum bera størri part av byrjunum.