Breiðar hurðar mvg-fríar

Tað heldur Heini Festirstein, sum í meira enn 25 ár hevur sitið í koyristóli.

Tað heldur Heini Festirstein, sum í meira enn 25 ár hevur sitið í koyristóli.

 

Hann skrivar soleiðis á Facebook:

 

– Líka ein tanki viðvíkjandi atkomumøguleikum:

 

Hvat við at gera allar hurðar, sum eru breiðari enn til dømis 75 cm MVG fríar? Har er peningur at spara hjá teimum, sum byggja, og koyristólar, barnavognar og klaver sleppa inn – tað kann gerast ein win-win støða, har trupulleikin loysir seg sjálvan við árunum, og øll verða glað.

 

Smalar hurðar eru no go!

 

Kanska Jørgen sær positivt upp á hetta uppskotið frá einum royndum hurðarbrúkara...