Breiðablik møtir Tre Penne úr San Marino

Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Breiðablik skulu spæla undankapping í Champions League á heimavølli

Longu eina viku aftaná, at Føroyar hava spælt EM-undankappingardyst móti Albania á Tórsvølli skal Klæmint A. Olsen royna seg í altjóða dysti.

 

Klæmint og liðfelagarnir í Breiðablik eru vertir fyri einari undankapping til Champions League á heimavøllinum í Kópavogi.

 

27. juni spælir Breiðablik móti sanmarinesisku meistarunum, Tre Penne. Í hinum dystinum møtast Budocnost úr Montenegro og Inter D'Escaldes úr Andorra. Vinnararnir spæla dyst 30. juni um rættin at kappast í høvuðsundankappingini.

 

Hevði verið hugtakandi at fingið eina uppgerð millum KÍ og Breiðablik, men fyrst má Breiðablik greiða sín setning 27. og 30. juni.