Sum tað varð skrivað í gjár, so verður tað helst Christian F. Andreasen, ið skal bjóða Høgna í Stórustovu av í dystinum um at gerast forseti í Fótbóltssambandinum.
Sum skilst hava 10 feløg skrivað undir uppskotið av Christiani Andreasen. Og standa hesar atkvøður við á aðalfundinum, sum verður um 10 dagar, er forsetasessurin vísur.
Hinvegin er meira ógreitt, hvussu verður við valinum av hinum nevndarlimunum. Her hevur Sveinur Tróndarson boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur, meðan tað hevur ljóðað, at feløgini eisini vilja skifta Magnus á Stongum og Rúna Heinesen út.
Í øllum førum hava Andreas Lamhauge, Niels Juul Arge og Heðin D. Poulsen verið upp á tal til hesar sessir, men tað ljóðar nú, at Andreas Lamhauge og Niels Juel Arge hava tikið seg aftur í hesum dystinum. Og tí skulu nýggj valevni finnast, áðrenn klokkan fer um midnátt í kvøld.
Virgar Hvidbro, FSF-aðalskrivari, vil ikki siga nakað um, hvørji uppskot eru komin til skrivstovuna.
- Kemur fax ella teldupostur innan midnátt, verður hetta roknað sum gildugt uppskot. Men ongar upplýsingar um hetta verða lætnar fyrr enn tíðliga í morgin, sigur Virgar Hvidbro.