Tá orð varð fingið á Hera Kragesteen eftir ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum í gjár, viðmerkti orðstýrarin og sálarfrøðingurin, at hann serliga helt seg hava sæð einstaklingar úr sera ymiskum og fjølbroyttum samfelagsbólkum í Norðurlandahúsinum.
- Umframt at síggja fleiri faklærd fólk, sum arbeiða á sálarfrøðiliga økinum, helt eg meg síggja rættiliga nógvar einstaklingar, sum vóru møttir upp av persónligum orsøkum, og tað er avgjørt gleðiligt at síggja, segði Heri Kraagesten.
Vónað varð sambært sálarfrøðinginum frammanundan, at eisini privatpersónar av egnum eintingum komu, og hann gleddist um, at lurtaraskarin var so breiður í Norðurlandahúsinum undir fyrilestrunum.
Bussurin eitt framstig
Umframt sjálvt tiltakið vísir Heri Kragesteen á, at psykiatribussurin, sum komin er til Føroya, avgjørt verður eitt framstig fyri sálarfrøðiliga økið í Føroyum.
- Við bussinum, sum komin er úr Danmark, verða umleið 70% av næmingunum í fólka- og miðnámsskúlunum upplýstir um sálarfrøðiligar trupulleikar, og er hetta við til at bróta tabu, sigur Heri Kraagesten.
Spurdur, um talan verður um eitt afturvendandi tiltak við ráðstevnuni og bussinum, er Heri avgjørdur.
- Vit hava við tiltakinum og bussinum í øllum førum fingið íblástur til líknandi tiltøk sjálvi at fremja uttan hjálp úr Danmark, og á henda hátt kann væl hugsast, at stig verður tikið til okkurt líknandi, endar Heri Kraagesten.








