Breið undirtøka fyri skattaábót

Allir tríggir andstøðuflokkarnir taka undir við uppskoti Fólkafloksins um skattaábøtur fyri fólk við lág- og miðalinntøkum

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at hækka botnfrádráttin í skattinum hjá lág- og miðalinntøkunum fær góða undirtøku millum andstøðuflokkarnar.

Formenninir í teimum trimum andstøðuflokkunum taka allir fult undir við grundhugsjónunum í uppskotinum.


Vil viðgera nærri

Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum heilsar uppskotinum vælkomnum og býðir sær at viðgera uppskotið nærri saman við Fólkaflokkinum, soleiðis at eitt gott úrslit kemur burturúr.

Javnaðarflokkurin hevur sambært Jóannes Eidesgaard seinastu tíðina arbeitt við einum líknandi uppskoti og er til reiðar at tengja tað saman við tí hjá Fólkaflokkinum, um neyðugt.

? Hevur Óli Breckmann hug at føra hetta uppskotið út í verki, er bara hjá honum og Fólkaflokkinum at koma til arbeiðis, staðfestir Jóannes Eidesgaard.


Skattalætti neyðugur

Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum sigur seg avgjørt vera sinnaðan at tosa nærri við Fólkaflokkin um uppskotið.

? Tað er einki at ivast í, at ein skattalætti til tey lágløntu er neyðugur, og tí taka vit sjálvsagt undir við einum slíkum uppskoti, sigur Edmund Joensen.

Jenis av Rana úr Miðflokkinum sigur seg eisini kunna taka undir við einum uppskoti, ið er til fyrimuns fyri tey veiku.

Formaðurin í Miðflokkinum vísir á, at hóast tað stendur í samgonguskjalinum, at virkast skal fyri skattalætta, hevur hetta higartil bert verið til fyrimuns fyri tey meira mentu. Í hesum sambandi sipar Jenis av Rana til partafelagsskattin, sum er endurskoðaður.

? Men at Fólkaflokkurin nú kemur við einu uppskoti, ið hjálpir teimum veiku, er bara gott, staðfestir Jenis av Rana.


Samgongan varin

Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin, sum umframt Fólkaflokkin eru í samgonguni, eru varnir og taka ikki uttan fyrilit undir við uppskotinum frá Fólkaflokkinum.

Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum vísir á, at føroyski búskapurin er ovurupphitaður í løtuni, og tí eiga vit at vera varin við at lækka skattin uttan fyrilit.

Men Høgni Hoydal tekur undir við grundhugsjónini um, at skattapolitikkurin skal broytast, soleiðis at hann kemur teimum lágløntu til góðar.

? Tað ber ikki til, at arbeiðsfólkini skulu bera byrðuna, meðan onnur kunnu vinna stórt uppá at umseta fiskidagar og fiskiloyvi, uttan at tað kemur almenninginum til góðar, staðfestir Høgni Hoydal.

Tjóðveldisflokkurin vil sambært Høgna Hoydal til eina og hvørja tíð viðgera føroyska skattapolitikkin, men hann roknar ikki við, at Tjóðveldisflokkurin uttan fyrilit fer at taka undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum.

Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum heldur ikki, at tað ber til at lækka skattin samstundis sum vit arbeiða fyri at fáa fullveldi og samfelagið er ovurupphitið.

Vit skulu í staðin miðja eftir at fáa brúkt hvørja skattakrónu betur, heldur Sámal Petur í Grund.

Men Sámal Petur í Grund tekur kortini undir við grundtankanum hjá Fólkaflokkinum um, at botnfrádrátturin skal lækkast. Tað skal bara ikki vera júst nú.

Tí fer Sjálvstýrisflokkurin ikki at atkvøða fyri uppskotinum, um tað kemur á tingborð.


Karsten skal leggja tað fram

Óli Breckmann, sum vegna Fólkaflokkin stendur aftan fyri uppskotið, ætlar sær ikki at leggja uppskotið fyri tingið.

? Uppskotið er eitt signal til Tjóðveldisflokkin um, at samgonguskjalið skal haldast, sigur Óli Breckmann.

Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur, at tað eigur at vera Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ið leggur fram uppskot um at lækka skattin, sum samgonguskjalið eisini staðfestir.

Grein 4 og 5 í samgonguskjalinum siga, at skatta- og avgjaldstrýstið á húsarhald og framleiðslu skal linkast, og skattafría grundupphæddin skal vera so høg sum møguligt.